Hava brúkt 148 milliónir til advokatar

Hava brúkt 148 milliónir til advokatar
Stóru sakarmálini hjá Fíggjarligum støðufesti móti bankafólki kosta nógv í samsýningum til advokatar
Til 1. januar i ár brúkti Fíggjarligt støðufesti 148 milliónir krónur til advokatar í stóru sakarmálunum, sambært Ritzau
 
16.11.2015 - 10:37

Til 1. januar i ár brúkti Fíggjarligt støðufesti 148 milliónir krónur til advokatar í stóru sakarmálunum, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Í dag byrjar í Eystara landsrætti málið móti stjórn, nevnd og grannskoðara í kollsiglda Roskilde bank, sum eru kravd eftir einari milliard krónum.

Eitt mál er liðugt. Tríggir stjórar í Capinordic Bank vórðu í farna mánað dømdir at rinda 90,5 milliónir krónur. Fíggjarligt støðufesti kravdi 400 milliónir.

Væntar at sakarmálskostnaðurin verður endurgoldin

Eftir eru sakarmálini móti Amagerbanken, Ebh bank, Eik bank Danmark, Eik banki í Føroyum og Løkken sparekasse. Dómurin í málinum móti Roskilde bank kemur væntandi um tvey ár.

Stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen, væntar, at Fíggjarligt støðufesti fær sakarmálskostnaðin afturgoldnan.

Hann segði við Ritzau herfyri, at sakarmálini móti bankafólkunum hava virði í sjálvum sær, tí tey kunnu fáa tey, sum stýra peningastovnunum, at ansa betur eftir.

Fíggjarligt støðufesti rindaði viðskiftafólki og partaeigarum í Roskilde bank, sum fór á húsagang á sumri 2008, 242 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985