Undantaksstøða lýst í Fraklandi

Undantaksstøða lýst í Fraklandi
Fronsku myndugleikarnir hava lýst undantaksstøðu í landinum, men hvat merkir tað, at Frakland er í undantaksstøðu? Fá yvirlit her
Frakland er sett í undantaksstøðu eftir yvirgangsatsóknirnar fríggjakvøldið, tá 129 fólk lótu lív. Men hvat merkir tað, tá eitt land verður sett í undantaksstøðu? Fá yvirlit í greinini her
Mynd: KvF/Eyðun Müller Thomsen  
 
16.11.2015 - 12:45

Undantaksstøða er lýst í Fraklandi, og hetta hevur stóra ávirkan á, hvat fronsku myndugleikarnir kunnu gera av inntrivum móti borgarum og fólki annars í Fraklandi.

Stutt eftir yvirgangsatsóknina boðaði Francouis Hollande, forseti frá, at neyðugt var við undantaksstøðu í landinum Soleiðis segði Hollande, forseti stutt eftir yvirgangsálopini í París fríggjakvøldið.

Men hvat merkir tað fyri fraklendingar og útlendingar í Fraklandi, at undantaksstøða er lýst í landinum? Undantaksstøða er lýst í eini franskari lóg frá 1955, og hon skal brúkast í støðum, tá stórur vandi er fyri almennum vanlukkum.

Soleiðis kann undantaksstøða brúkast

Undantaksstøðan gevur fronsku myndugleikunum serstakan møguleikan fyri at brúka vald móti borgarunum, millum annað rættin at:

● rannsaka bústaðir hjá fólki dag og nátt uttan dómaraúrskurð

● seta fólk í húsavarðhald, um mett verður, at tey eru til vanda fyri trygdina

● seta útigongubann

● avmarka, hvar fólk kunnu fara

● banna størri fólkamongd at savnast

● gera trygdarøki, har fólk kunnu kannast og avhoyrast

● lata almenn støð aftur, so sum skeinkistøð, sjónleikarhús og søvn

● leggja hald á vápn, hóast tey eru lóglig og møguleika at biðja allar borgarar um at lata mynduleikunum skjótivápn

Tjóðartingið kann leingja undantaksstøðuna

Forsetin í Fraklandi hevur rætt at seta landið í undantaksstøðu í 12 dagar, men síðani skal franska tjóðartingið samtykkja, at undantaksstøðan verður longd.

Hetta merkir, at undantaksstøðan, sum forsetin hevur lýst, bara er galdandi til 25. november. Seinast Frakland var í undantaksstøðu var í 2005, tá ófriður og eldsásetingar vóru í forstøðunum í París.

Annars hevur Frakland bara lýst undantaksstøðu í fyrrverandi hjálandinum Algier, í 1955, 1958 og í 1961.

Í 1984 lýsti táverandi franski forsætisráðharrin, Laurent Fabius undantaksstøðu í franska hjálandinum Ný Caledonia, sum royndi at fáa loysing við uppreistri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337