KvF stroymir fótbóltskvinnurnar

KvF stroymir fótbóltskvinnurnar
Síðsti HM-undankappingardysturin hjá fótbóltslandsliðnum við kvinnum ímóti Georgia verður seinnapartin. Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo klokkan 14.20
Føroyar spælir sín seinasta HM-undankappingardyst í ár seinnapartin. Georgia tekur ímót
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
05.06.2026 - 13:25

Fótbóltskvinnurnar spæla sín síðsta HM-undankappingardyst í ár á útivølli ímóti Georgia seinnapartin.

Føroyar vunnu tepran 1-0 sigur á Georgia á Tórsvølli í apríl, og javnleikur ella sigur gevur 2. plássið í bólkinum aftan fyri Grikkaland, sum hevur fult stigatal.

Í besta føri kann 2. pláss eisini geva ein røkkstøkk-dyst um pláss í HM-endaspælinum í Brasil næsta ár, men tað er treytað av, at onnur úrslit laga seg til fyrimuns fyri Føroyar.

LES EISINI: Fótbóltskvinnurnar spæla fyri røkkstøkk-dystum

Føroyski hópurin er raktur av fleiri avboðum. 

Liðskiparin, Ásla Johannesen, verður ikki við, og tað vera Julia Naomi Mortensen, Rúna Jacobsen, Sara Samson Shaki og Jensa Tórálvsdóttir heldur ikki. Tí hevur landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, sent boð eftir Jancy Mohr, Tóru Mohr og Malenu Olsen úr KÍ og Natalia Dansdóttir Olsen og Eydnu Olsen Dalheim úr Víkingi.

Kringvarpið stroymir dystin millum Føroyar og Georgia í dag klokkan 14.20. Hann kann síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531