Kommunuskatturin í Havn lækkar

bannari
Kommunuskatturin í Havn lækkar
Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu lækkar hálvt prosentstig næsta ár, úr 20,25 prosentum niður í 19,75 prosent
Næsta ár lækkar kommunuskatturin í Havn við einum hálvum prosentstigi, úr 20,25 niður í 19,75 prosent
 
20.11.2015 - 08:26

Barnafrádrátturin verður tann sami, 8.000 kr. Inntøkurnar hjá høvuðsstaðarkommununi eru mettar at verða 848 mió. kr. næsta ár, knappliga fimm prosent meira enn í ár.

Raksturin fer at kosta 20 milliónir krónur meira enn í ár. Útreiðslurnar eru mettar av vaksa minni enn inntøkurnar. Tær verða 677 mió. kr., hálvt triðja prosent meira enn í ár. 330,5 mió. kr. eru settar av til íløgur.

Flogvøllur á Glyvursnesi er ikki gloymdur. Í tíðindaskrivi frá teimum 11 býráðslimunum, sum samtyktu fíggjarætlanina, stendur, at komandi virksemið á Glyvursnesi, har sum grót skal takast til havnarútbyggingina, fer at geva nógv arbeiði.

Samstundis leggur arbeiðið lunnar undir vegargerð, møguligar útstykkingar og framtíðar flogvøll. 200 mió. kr. eru settar av til havnarútbyggingina næsta ár. Jákup Dam í Tjóðveldi atkvøddi fyri fíggjarætlanini, hinir bæði í Tjóðveldi atkvøddu ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290