Kommunurnar vera ikki við í skattalættanum kortini

Kommunurnar vera ikki við í skattalættanum kortini
Landið skal ikki flyta kommununum størra partin av skattalættanum, tí tær vilja ikki vera við kortini. Botnfrádrátturin verður óbroyttur
Landskassin skal bera allan skattalættan, 150 mió. kr., og skal ikki flyta kommununum tann partin, sum kommunurnar skuldu bera
 
26.11.2015 - 12:25

Ætlanin var annars, at kommunurnar skuldu taka á seg 111 milliónir krónur av skattalættanum við at hækka botnfrádráttin upp í 45.000 kr. Kommunurnar skuldu so fáa pengarnar aftur úr landskassanum.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, helt seg hava eina avtalu við Kommunufelagið um skattalættan. Men kommunurnar vilja ikki vita av leistinum, sum landsstýrið ætlaði at brúka.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, váttar, at arbeitt verður nú við einum nýggjum leisti, har sum kommunurnar ikki vera við. Hon sigur, at málið verður lagt fyri landsstýrisfund mánadagin.

Skattastigin verður gjørdur stigvaksandi

Kristina Háfoss vil tí bíða til eftir tann fundin við at gera fleiri viðmerkingar. Men ætlanin er, sum skilst, at landið ber allan skattalættan.

Botnfrádátturin í kommunuskattinum verður tí standandi á 30.000 krónum, og í landsskattinum verður botnfrádrátturin 65.000 kr. sum hann er nú.

Men skattastigin verður gjørdur stigvaksandi fyri at tryggja, at tey lágløntu og miðalløntu fáa sama skattalættan, sum alla tíðina var ætlanin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744