Einki úrslit um makrel

Einki úrslit um makrel
Tað eydnaðist ikki ES, Noregi og Føroyum at fáa Ísland, Russland og Grønland við í makrelbýtið fyri 2016. Fundur var um hetta í London nú í vikuni
 
27.11.2015 - 09:12

Sambært norska FiskeribladetFiskaren spurdist einki burturúr. Hetta ger eisini, sambært norska samráðingarleiðaranum, Ann Kristin Westberg, at tað verður torført at fáa meiriluta í NEAFC um kvotuna í altjóða sjógvi.

Nú eingin semja er millum ES, Noreg og Føroyar øðrumegin og Ísland, Russland og Grønland hinu megin borðið, er vandi fyri, at eisini næsta ár verður ov nógvur makrelur fiskaður.

Tí, fiska Ísland og Grønland á leið tað sama næsta ár sum í ár, fer fiskiskapurin langt upp um eina millión tons, sum er nógv meira enn fiskifrøðingar mæla til.

Royna nú at semjast um svartkjaft og norðhavssild

ES, Noreg og Føroyar hava sett heildarkvotuna at vera 895.000 tons í 2016, og tey hava sett av 15,6 prosent av heildarkvotuni til onnur lond at fiska.

Makrelfiskiskapurin hjá Grønlandi er royndarfiskiskapur. Grønland hevur ikki biðið um at gerast strandarland.

Nú royna strandarlondini at finna semju um, hvussu tey skulu býta svartkjaft og norðhavssild. Tær samráðingarnar eru eisini í London.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096