Bjóða vindorku í Suðuroy út komandi ár

Bjóða vindorku í Suðuroy út komandi ár
Jarðfeingi fer væntandi at bjóða út arbeiðið at seta upp vindmyllur í Suðuroy komandi ár.
 
28.11.2015 - 11:51

Tað sigur Sev í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fram á fundinum í gjár. 

Sev arbeiðir í løtuni við at reisa vindmátimastrina í Suðuroy. Sambært Jákup Suna Lauritsen skal hendan gera mátingar í vetur, sum koma at liggja til grund fyri, hvussu best og mest fæst burturúr vindinum.  

Men tað er ikki Sev, men Jarðfeingi, sum ger av, hvør sleppur at byggja vindmyllur í Suðuroy.  
Avtala er gjørd millum Jarðfeingi og SEV, at í fyrsta umfari rindar SEV fyri kanningarnar, ið gerast skulu, og verður tað soleiðis, at tann sum vinnur útboðið, endurrindar SEV kostnaðirnar, samstundis sum hesir verða roknaðir inn í boðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552