- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða undir somu treytum sum onnur
Fólk, sum arbeiða, lønt ella ólønt, fyri bjargingartænastu eru undir lógini um arbeiðsskaðatrygging á sama hátt sum onnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara.
Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um vanlukkutryggingarlógina og sjálvboðin bjargingarfólk.
Løgdu bjargingarbátar eftir óhapp
Eitt óhapp á bjargingarbátinum Lív gjørdi, at allir bjargingarbátar uttan Ziska hava ligið eina tíð, tí at kvinnan, sum fekk skaða í knæið um borð á Lív, fekk onga skaðabót frá tryggingini ella Vanlukkutryggingarráðnum.
Vanlukkutryggingarráðið segði, at orsøkin til skaðan var ikki ávirkan uttanífrá. Vanlukkutryggingarráðið skuldi viðgera málið av nýggjum hósdagin í síðstu viku.
Nýggjar upplýsingar í málinum vórðu sendar Tryggingarfelagnum Føroyar, har sum arbeiðsskaðatryggingin er teknað, til hoyringar.