Tjóðleikhúsið eitt fet nærri veruleikanum

Tjóðleikhúsið eitt fet nærri veruleikanum
Í morgin fer bygginevndin, sum fyrireikar Tjóðleikhúsið, at lata landsstýriskvinnuni í mentamálum uppskot um byggiskrá
Bygginevndin, sum fyrireikar Tjóðleikhúsið, fer í morgin at lata landsstýriskvinnuni í mentamálum uppskot um byggiskrá
 
01.12.2015 - 15:12

Bygginevndin varð sett í august 2013. Arbeiðið hjá nevndini kom í drag, tí bíðað var eftir boðum frá Tórshavnar kommunu um, hvar byggjast kundi.

Mentamálaráðið fekk á heysti í fjør boð um, at Tjóðleikhúsið verður á Skálatrøð. Fyrst í mai í ár boðaði kommunan frá, at serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.

Fer at kosta umleið 100 milliónir

Sambært Mentamálaráðnum ímyndar bygginevndin sær, at Tjóðleikhúsið verður 4.000 fermetrar, og tá eru bilpláss og annað øki uttan um bygningin tald við.

Bygginevndin fer at skjóta upp, at í stóra salinum verður pláss fyri 200 áskoðarum og 100 í lítla salinum.

Byggingin fer at kosta góðar 100 milliónir krónur. Fimm milliónir eru settar av í fíggjarlógini til at fyrireika Tjóðleikhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040