Tveir triðingar fyri at velja hana aftur

Tveir triðingar fyri at velja hana aftur
22 av 33 tinglimum valdu Sólju í Ólavstovu aftur í starvið sum Løgtingsins umboðsmann á tingfundi fyri løtu síðani. Tríggir tinglimir atkvøddu ímóti
Bara tveir triðingar av Løgtinginum atkvøddu fyri at velja Sólju í Ólavstovu til umboðsmann næstu fimm árini
 
02.12.2015 - 12:17

Valið av Løgtingsins umboðsmanni gekk ikki, sum løgtingsformaðurin ætlaði. Fyrsta mál á skránni fyri løgtingsfundin, sum skuldi byrja klokkan 11 fyrrapartin, var val av umboðsmanni.

Tá avtornaði skrivaðu 13 tinglimir - úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum - undir eitt skriv til løgtingsformannin, har teir bóðu um at fáa valið av umboðsmanni útsett.

Tingfundurin mátti útsetast

Áheitanin varð sett fram, vísandi til grein 50, stk.2 í tingskipanini. Henda greinin sigur, at um so er, at seks tingmenn mæla til tað, verður ikki atkvøtt um evnini á sama fundi, tey eru skotin upp, men seinni á einum fundi, sum løgtingsformaðurin hevur ásett.

Áheitanin noyddi løgtingstingformannin at útseta tingfundin, meðan umsitingin hjá Løgtinginum viðgjørdi spurningin. Niðurstøðan hjá umsitingini var, at henda greinin í tingskipanini kann ikki brúkast í einum máli av hesum slag.

Tí skar løgtingsformaðurin ígjøgnum. Tá avtornaði atkvøddu 22 tingfólk fyri, trý atkvøddu ímóti, og átta atkvøddu blankt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744