Íslendska svartkjaftakvotan ásett

Íslendska svartkjaftakvotan ásett
Íslendska svartkjaftakvotan næsta ár verður 125.000 tons, kunngjørdi fiskimálaráðharrin í gjár
 
09.12.2015 - 08:44

Kvotan í ár er 200.000 tons. Ísland brúkar framvegis gamla býtislykilin, sum strandarlondini samdust um í 2006. ICES mæir til ikki at fiska meira enn knappliga 780.000 tons av svartkjafti í 2016.

Onnur lond virða ikki gamla býtislykilin longur. ES hevur kravt nýtt býti, tí ES heldur seg eiga rætt til størri part av heildarkvotuni.

Í ár er føroyska svartkjaftakvotan 425.000 tons, 110.000 tons meira enn Føroya eiga sambært býtinum frá 2006. Strandarlondini hava gjørt fleiri royndir at gera ein nýggjan býtislykil, men til fánýtis.

Fleiri royndir verða ikki gjørdar at finna semju um 2016. Føroyska Fiskimálaráðið hevur sent kunngerð um svartkjaftafiskiskapin í 2016 til hoyringar. Í henni er ein fyribils kvota upp á 100.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334