Sára Nysted sett nýtt føroyskt met

Sára Nysted sett nýtt føroyskt met
Sára Nysted vann bronsu og setti nýtt føroyskt met í norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Bergen
 
12.12.2015 - 14:05

Føroysku svimjararnir kláraðu seg væl á fyrsta degi í Norðurlandameistarakappingini í Bergen.

Sára Nysted úr Suðuroyar svimjifelagi kom á mál, sum nummar trý í 200 m. blandað finaluni.

Sára setti nýtt met við tíðini 2.16.52. Gamla metið á 2.18.78 átti hon sjálv.

Marius Ihlen Gardshorn silvur

Marius Ihlen Gardshorn úr Havnar svimjifelagi svam seg til silvur í 1.500 m. finaluni.

Marius svam teinin við tíðini 15.35.23. Hann tók nógv av sínum persónliga meti, sum var 15.49.50.

Truls Wigdel úr Noregi vann gull við tíðini 15.10.65

Fleiri góð úrslit

Yvirhøvur svumu føroysku svimjararnir skjótt.

Róland Toftum setti nýtt føroyskt juniormet í 100 m. bringu. Tíðindi hjá Róland var 1.04.43. 

Genturnar settu nýtt landsliðsmet í stafettini. Tær  svumu 4x100 m. við tíðini 3.56.68. Gamla metið var 4.02.35.

Tað ber til at lesa meira um NM/NJM á svimjing.com

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541