Fíggjarnevndin úr at gera

Fíggjarnevndin úr at gera
Ikki færri enn 15 mál eru til viðgerðar í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í dag, nú jólafrítíðin stundar til
Fíggjarnevndin í Løgtinginum hevur úr at gera í dag. Nevndin skal í dag viðgera 15 mál
 
14.12.2015 - 11:56

Umframt fíggjarlógina sjálva, viðger Fíggjarnevndin fleiri uppskot, sum hava samband við fíggjarlógina, eitt nú uppskotið um at hækka tøkugjaldið hjá alivinnuni.

Nevndin viðger eisini skattalætta til lág- og miðallønt, hækkingar í vegskattinum og tinglýsingargjaldinum, og nógv umrødda broytingin í fólkapensjónini, har ætlanin er, at Samhaldsfasti skal hava ein størri leiklut.

Landsstýrið ætlar at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini og samstundis hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta. Fólkapensjónistar hava mótmælt ætlanini og krevja, at landsstýrið tekur uppskotið aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328