Gongur illa at skipa nevndina

Gongur illa at skipa nevndina
Tað gongur striltið at fáa sett nýskipanarnevndina, ið skal koma við tilmæli um, hvussu vinnuligur fiskiskapur skal skipast í framtíðini
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at nú verður nýskipanarnevndin, sum skal koma við tilmæli um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini, skjótt sett
 
18.12.2015 - 12:40

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur at nú verður nýskipanarnevndin, sum skal koma við tilmæli um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini, skjótt sett.

Politikarar, bæði úr andstøðu og samgongu, hava sóknast eftir nevndini, ið, sambært samgonguskjalinum frá 14. september, skuldi setast beinanvegin.

Fleiri halda ikki, at tað er ráðiligt at gera broytingar í fiskivinnuni fyrr enn nevndin er komin við einum tilmæli.

Trupult at finna óheftar limir

Av somu orsøk er ógreitt um uppskotið um veiðigjøld og uppboðssølu av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum, sum í gjár var til 1. viðgerð, yvirhøvur fær undirtøku í samgonguni.

Høgni Hoydal viðgongur, at arbeiðið at seta nevndina dregur út, tí tað er trupult at finna óheftar limir at manna nevndina.

Eftir ætlan, skal nevndin verður sett saman av serfrøðingum í Føroyum, sum kenna til fiskivinnuna, løgfrøði, búskaparfrøði og fíggingarviðurskifti.

Ljóðaði at nevndin skal setast fyri jól

Umframt nýskipanarnevndina, skulu eisini setast tveir fylgjubólkar, ið regluliga skulu hoyrast um nýskipanararbeiðið. Tann fysti fylgjubólkurin skal umboða fiskivinnuna - bæði á sjógvi og á landi.

Tann seinni skal vera ein politiskur fylgjubólkur við umboðum úr politisku flokkunum. Tað hevur ljóðað, at nýskipanarnevndin verður sett áðrenn jól.

Tað torir Høgni Hoydal tó ikki at veita vissu fyri, men sum skilst er arbeiðssetningurin hjá ósetta bólkinum um at verða orðaður. Nýskipanarnevndin skal koma við sínum tilmæli í seinasta lagi á ólavsøku næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558