Kærdi um hugburð og málburð hjá barnavernd

Kærdi um hugburð og málburð hjá barnavernd
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eitt mál um hugburð og málburð hjá eini barnaverndartænastu, sum ein borgari kærdi um
Hugburður og málburður hjá einari barnaverndartænastu endaði sum kæra til Løgtingsins umboðsmann, ið hevur viðgjørt málið
 
21.12.2015 - 08:11

Hugburður og málburður hjá einari barnaverndartænastu endaði sum kæra til Løgtingsins umboðsmann.

Í kæruni verður sagt, at eitt starvsfólk hjá barnaverndartænastuni rópti og deildi í telefonini og vavdi óviðkomandi og persónlig viðurskifti hjá viðskiftafólkinum upp í málið.

Kommunan svaraði ikki

Hetta varð kært til barnaverndartænastuna, sum sendi kæruna til kommununa. Men tá einki svar kemur frá kommununi, verður kært til Løgtingsins umboðsmann. Og ikki fyrr enn tá svarar kommunan.

Í niðurstøðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni sæst, at fýra mánaðir ganga frá tí, at barnaverndartænastan fær klaguna til hon verður send journalini hjá kommununi at skráseta.

Meira enn sjey mánaðir ganga, frá tí at kommunan hevur fund við barnaverndartænastuna um klaguna, til kommunan svarar klaguni.

- Alt annað enn nøktandi

Tað er alt annað enn nøktandi, at næstan eitt ár gongur, frá tí at klagað verður um barnaverndartænastuna til kommunan svarar, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Tað er ikki góður fyrisitingarsiður, at starvsfólk hjá barnaverndartænastu spyr um óviðkomandi persónlig viðurskifti hjá fólki.

Løgtingsins umboðsmaður sigur eisini, at tað var ikki rætt, tá barnaverndartænastan bað barnaverndartænastuna í aðrari kommunu, har kvinnan, sum kærdi, var og vitjaði saman við børnunum, fara at vita, hvussu børnini høvdu tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610