Fíggjarnevndarálitið komið

Fíggjarnevndarálitið komið
Seint í gjárkvøldi kom álitið frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2016
Kristina Háfoss er landsstýriskvinna í fíggjarmálum
 
23.12.2015 - 09:08

Loksins eftir midnátt tollaksmessuaftan kom fíggjarnevndin við sínum áliti.

Tað verður viðgjørt á tingfundi mánadagin 28. desember. Ein rúgva av broytingaruppskotum er í álitinum, sum er 47 síður.

Nakrar broytingar er nevndin samd um, og síðani hevur meirilutin - samgongan - síni uppskot og minnilutin - andstøðan - síni. Nógvar broytingar eru slíkar, sum landsstýrið bað nevndina gera eftir at sjálvt fíggjarlógaruppskotið kom í løgtingið.

Uppskotið um fíggjarlógina hevur verið fyri á 11 nevndarfundum síðan samgongan tók við 14. september í ár.

Álitið frá fíggjarnevndini kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595