Aðalráðini skulu spara

Aðalráðini skulu spara
Flestu aðalráðini skulu spara eina hálva millión krónur hvør, heldur minnilutin í Fíggjarnevndini í álitinum til fíggjarlóg
Aðalráðini eiga spara eina hálva millión hvør - undantikið nýggja Samferðslumálaráðið, heldur minnilutin í Fíggjarnevndini
 
25.12.2015 - 13:22

Aðalráðini eiga spara eina hálva millión hvør - undantikið nýggja Samferðslumálaráðið. Tað heldur minnilutin í Fíggjarnevndini í sínum áliti til fíggjarlóg.

- Tað er altíð neyðugt at halda aftur í almennum útreiðslum. Serliga hevur almenna fyrisitingin hug til støðugt at vaksa.

- Tí heldur minnilutin, at aðalráðini kunnu spara 500.000 krónur hvørt. Tó er nýggja Samferðslumálaráðið undantikið, skrivar minnilutin.

Í minnilutaálitinum verður ikki grundgivið nærri, hví ella hvar hvørt aðalráð kunnu spara hálvu milliónina - ella hví minnilutin ikki mælti til somu sparingar, tá næstan somu umboð í minnilutanum í fíggjarnevndini sótu í meiriluta í undanfarna valskeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454