Fleiri ætla at flyta til Føroya

Fleiri ætla at flyta til Føroya
Eftirmetingartøl hjá Jobmatch vísa, at serliga kvinnur hava broytt áskoðan
 
26.12.2015 - 10:35

Fleiri kvinnur ætla at búseta seg í Føroyum næstu árini, og samstundis eru færri kvinnur í iva um henda spurning.

Tað vísa eftirmetingartøl hjá Jobmatch.

Sum heild vísa tølini, at áhugin hjá útisetum at flyta til Føroya veksur. 

Fólk verða millum annað spurd, um tey ætla at búgva í Føroyum eitt ár eftir loknan lestur. Í 2011 svaraðu 10 prosent ja, í fjør svaraðu 15 prosent játtandi.

Í sama tíðarskeiði er talið av teimum, sum siga seg ikki vita, um tey ætla at búgva í Føroyum, lækkað úr 30 prosentum niður í 20 prosent.

Kvinnur broyta áskoðan

Tað eru serliga kvinnurnar, sum hava broytt áskoðan. Í 2011 søgdu 12 prosent av kvinnunum, at tær ætlaðu at flyta heimaftur eftir trimum árum. Nú er hetta talið vaksið upp í 25 prosent.

Tølini eru grundað á eftirmetingarskjøl, sum verða savnað inn á hvørjum ári millum tey 300-400, sum vitja á Jobmatch. Umleið helvtin er við í kanningini.

Jobmatch verður aftur týsdagin 29. desember í Norðurlandahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096