Tú skalt arbeiða meira í 2016

Tú skalt arbeiða meira í 2016
Gleðir tú teg longu til nógvu frídagarnar, sum plaga at verða um várið? Sissa teg; nógvir halgidagar í 2016 falla á vikuskifti
Í 2016 falla halgidagarnir soleiðis, at fýra færri frídagar verða, enn tað vóru í fjør og í ár
 
28.12.2015 - 10:01

Í 2016 falla halgidagarnir soleiðis, at tað verða fýra færri frídagar, enn tað vóru í fjør og í ár, 2015. Tað skrivar danska blaðið, Samvirke.

Fleiri haligdagar falla á sama dag, sum teir plaga. Fyrsti frídagur verður skírisdagur, 24. mars. Aðrir halgidagar hava altíð somu dagfesting

Stutt jól í 2016

Í 2016 er tað so óheppið, at flestu teirra falla á vikuskifti, og tá hava flest okkara frí. Summi fáa frí 1. mai og grundlógardag, 5. juni, men í 2016 falla báðir dagar á sunnudag.

Jólini næsta ár geva okkum bara ein frídag, annan jóladag, sum er mánadagur. Her vóru vit heppnari í 2014, tá jólini góvu okkum fimm samanhangandi frídagar, - tá var jólaaftan mikudag.

Tilsamans falla sjey frídagar í 2016 ein gerandisdag. Í ár vóru 11 frídagar gerandisdag, og fjør 13.

Ikki so galið kortini

Og so er 2016 skotár, og tað vil siga, at 29. februar, sum er mánadagur, telur við í ár.

Men hetta eru jú donsk tøl, - og tí eru flaggdagurin og ólavsøkan ikki tald við.

So leggur tú hesar sjey dagarnar saman við teimum 53 leygar- og sunnudøgunum, og so dagarnar, sum tú hevur rætt til summarferiu, verða hóast alt meira enn 100 av teimum 366 døgunum í 2016 frídagar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519