Skerja játtanina til ættleiðingarstuðul

Skerja játtanina til ættleiðingarstuðul
Færri børn verða ættleidd til Føroya. Tí hevur Løgtingið gjørt av at skerja játtanina í 2016 við 300.000 krónum
Í uppskotinum til fíggjarlóg var ættleiðingarstuðulin 800.000 krónur. Fíggjarnevndin gjørdi av at lækka ættleiðingarstuðulin niður í 500.000 krónur
 
29.12.2015 - 13:01

Tað verða nógv færri børn ættleidd til Føroya nú, enn fyri fáum árum síðani. Av tí sama hevur Løgtingið gjørt av at skerja játtanina til ættleiðingarstuðul.

Í uppskotinum til fíggjarlóg var ættleiðingarstuðulin 800.000 kr., men fíggjarnevndin gjørdi av at lækka ættleiðingarstuðulin við 300.000 kr., niður í 500.000 kr.

Stuðulin til hvørt barnið er 100.000 kr. Grundgevingin fyri at lækka játtanina var, at tað nú bert verða ættleidd millum trý og seks børn til Føroya um árið.

Blivið torførari at ættleiða børn

Orsøkin er, at tað er munandi torførari at ættleiða børn nú enn fyrr. Umstøðurnar at liva í ymsu londunum batna, og samstundis seta myndugleikarnir spurnartekin við, um tað er rætt at børnini verða ættleidd til onnur lond.

Eitt nú í Kina eru nógv fleiri mannfólk enn konufólk, og tí seta myndugleikarnir spurnartekin við gongdina, tí tað hevði verið betri um genturnar vórðu verandi í landinum.

Av tí sama er bíðitíðin eftir at ættleiða eitt barn eisini longd. Nú er ikki óvanligt, at pør mugu bíða upp í trý til fimm ár, fyri at ættleiða eitt barn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974