Vil hava betri kjaksið á Facebook

Vil hava betri kjaksið á Facebook
Lars Løkke Rasmussen hevur lagt eina serliga heilsan á Facebook, har hann heitir á danir um at vísa betri kjaksið á sosialu miðlunum
 
02.01.2016 - 14:27

"Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað, har ein má tola nógv". 

 

Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook-vanga.  

 

Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum, sum onnur hava skrivað um hann í 2015: 

 

"Halt kjaft, sum tú ert ljótur, Lars". 

"Tú hevur sagt nokk av lorti". 

"Ófatiligt, at nakar velur teg, lygnari". 

"Týskarasvín".

 

Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen, at politikarar hava ein trupulleika við trúvirðinum. Hendan trupulleika eiga politikarar ein part av ábyrgdini av sambært Lars Løkke Rasmussen, tí tað eru ov nógv lyftisbrot, persónsmál og einfalt samskifti millum politikarar. 

 

Men veljararnir hava eisini ábyrgd, vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu:

 

- "Eg gelði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí missa vit evnini at tosa saman, missa vit eisini nakað, sum er sera dansk. Um eg skal siga tað greitt, so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði. Tað má ikki henda", sigur Lars Løkke Rasmussen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928