Vil hava betri kjaksið á Facebook

Vil hava betri kjaksið á Facebook
Lars Løkke Rasmussen hevur lagt eina serliga heilsan á Facebook, har hann heitir á danir um at vísa betri kjaksið á sosialu miðlunum
 
02.01.2016 - 14:30

"Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað, har ein má tola nógv". 

 

Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook-vanga.  

 

Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum, sum onnur hava skrivað um hann í 2015: 

 

"Halt kjaft, sum tú ert ljótur, Lars". 

"Tú hevur sagt nokk av lorti". 

"Ófatiligt, at nakar velur teg, lygnari". 

"Týskarasvín".

 

Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen, at politikarar hava ein trupulleika við trúvirðinum. Hendan trupulleika eiga politikarar ein part av ábyrgdini av sambært Lars Løkke Rasmussen, tí tað eru ov nógv lyftisbrot, persónsmál og einfalt samskifti millum politikarar. 

 

Men veljararnir hava eisini ábyrgd, vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu:

 

- "Eg gleði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí missa vit evnini at tosa saman, missa vit eisini nakað, sum er sera dansk. Um eg skal siga tað greitt, so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði. Tað má ikki henda", sigur Lars Løkke Rasmussen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531