Viðgera borgarliga vígslu seinni í mánaðinum

Viðgera borgarliga vígslu seinni í mánaðinum
Allar tríggjar tingnevndirnar, sum hava uppskotini um at loyva samkyndum at blíva borgaraliga vígd, hava fund seinni í januar
Tær tríggjar nevndirnar í Løgtinginum, ið hava uppskotini um at loyva borgarligari vígslu, fara á fundum seinni í januar at viðgera uppskotini um at loyva borgarligum vígslum
 
06.01.2016 - 17:51

Mentanarnevndin hevur fund 18. januar. Nevndin skal viðgera uppskotið, sum staðfestir, at bara hinskynd hava rætt til at verða vígd ella fáa hjúnabandið signað í kirkju.

19. januar hevur Trivnaðarnevndin fund. Trivnaðarnevndin hevur uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða borgaraliga vígd. Hetta er ein donsk lóg, tí málsøkið er ikki yvirtikið.

Hava boðið ymiskum umboðum á fund

20. januar hevur Rættarnevndin fund. Nevndin viðger uppskot um ríkislógartilmæli um at broyta rættargangslógina, so samkynd kunnu skiljast.

Rættarnevndin hevur biðið Jógvan Fríðriksson, biskup, umboð fyri samkomur, Dan Knudsen, ríkisumboðsmann, Henrik Møller, sorinskrivara, John Kølbæk, fúta, LGBT og Aksel V. Johannesen, løgmann, koma á fundin.

Løgtingskvinnurnar Sonja J. Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen, Hanna Jensen og Kristianna Winther Poulsen hava lagt fram tey trý uppskotini, sum skulu rudda slóð fyri, at samkynd kunnu blíva borgaraliga vígd. Fyrsta viðgerð var í løgtinginum 24. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Veðrið
204898
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737