Fáa nú semingsuppskot

Fáa nú semingsuppskot
Seinnapartin ella tíðliga í kvøld fáa Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin semingsuppskot frá Semingsstovninum
Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin fáa seinnapartin ella í kvøld semingsuppskot frá Semingsstovninum
 
11.01.2016 - 09:56

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at fundur var við allar partar seinnapartin leygardagin. Síðani hava semingsmenninir fyrireikað semingsuppskotið, sum ætlanin er at leggja fyri partarnar seinnapartin ella tíðliga í kvøld.

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør, byrjaðu síðst í oktober.

SÍ EISINI Partarnir hittast nú aftur

Ein mánað seinni boðaði Pedagogfelagið frá, at eingin semja var í eygsjón. Og beint fyri jól varð Semingsstovnurin boðsendur, tí partarnir kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála.

Eitt av krøvunum hjá Pedagogfelagnum er, at tey sum vegleiða námsfrøðilesandi í starvsvenjing, skulu hava hægri ískoyti fyri tað, tí ískoytið er ikki hækkað síðani í nítiárunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972