Útlendingaøkið skal yvirtakast fyrst

Útlendingaøkið skal yvirtakast fyrst
Áðrenn tosað verður um at taka flóttafólk til Føroya, eigur útlendingaøkið at verða yvirtikið, sigur landsstýrismaðurin í svari til tingkvinnu
Útlendingaøkið skal yvirtakast fyrst, áðrenn vit av álvara fara at tosa um at taka flóttafólk til Føroya, sigur landsstýrismaðurin í svari til løgtingskvinnu
 
11.01.2016 - 11:27

Útlendingaøkið skal yvirtakast fyrst, áðrenn vit av álvara fara at tosa um at taka flóttafólk til Føroya. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur svarað Kristinu Heðinsdóttur Clementsen, løgtingskvinnu.

Hann sigur millum annað í svarinum, at sum skipanin er, heldur hann ikki, tað er skilagott at taka flóttafólk til Føroya við vælsignilsi frá donskum myndugleikum og sambært donskum lógarásetingum, sum skulu setast í gildi fyri Føroyar.

SÍ EISINI - Vit eiga at taka ímóti nøkrum flóttafólkum

- Tí haldi eg, sigur Poul Michelsen, at vit fyrst skulu hugsavna okkum um at fremja skipaða og skilagóða yvirtøku og samstundis kanna gjølla møguleikarnar fyri, hvussu Føroyar kunnu taka flóttafólk, um til dømis politisk undirtøka er fyri tí.

Poul Michelsen heldur sjálvur, at vit eiga at taka í móti flóttafólkum, men ikki fyrr enn vit sum land formliga hava tikið hesa ábyrgd á okkum.

Heldur viljin hjá tí almenna skortar

- Vit í Føroyum hava eins og øll onnur lond avbjóðingar, sum skulu loysast og peningur skal setast av til. Men vit kunnu rætt og slætt ikki loyva okkum at hugsavna okkum um Føroyar aleina.

- Tíverri haldi eg, at vit frá almennari síðu í ov stóran mun hava haft lyndi til at gera tað, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Hann heldur, at vit í Føroyum duga í so væl at njóta rættindi og ágóðar, sum altjóða samstarv og heimurin kring okkum hava at bjóða. Tá okkurt skal latast afturfyri, skortar viljin hjá tí almenna í ov stóran mun, sigur Poul Michelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609