Hevði fiskiloyvi í ein dag

Hevði fiskiloyvi í ein dag
Leygardagin hevði Asbjørn Senior hjá Ocean Group Faroes í Vági føroyskt loyvi at fiska makrel. Í gjár hevði hann einki fiskiloyvi
 
18.01.2016 - 08:06

Í gjár hevði Asbjørn Senior einki fiskiloyvi sambært heimasíðuni Teyggjuni, har sum øll fiskiloyvi eru skrásett. Asbjørn Senior var, sambært Teyggjuni.fo, í bólkinum onnur skip. Bólkurin hevur felagsmakrelkvotu, sum er 2.844 tons.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, segði við Útvarpið leygardagin, at Fiskimálaráðið hevur nú góðkent fíggingina og ognarviðurskiftini í reiðaríinum hjá Asbjørn Senior, og tí fekk skipið føroyskt fiskiloyvi sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.

Hálvan desember í fjør fekk Ocean Group Faroes annars boð frá Fiskimálaráðnum um, at reiðaríið lýkur ikki treytirnar fyri at reka vinnuligan fiskiskap í Føroyum.

SÍ EISINI Fær ein møguleika afturat

Ov nógvur útlendskur kapitalur var í felagnum. Ocean Group Faroes fekk freist til 8.januar at gera viðmerkingar um niðurstøðuna og ætlanarskrivið hjá Fiskimálaráðnum.

Fiskimálaráðið fekk nýtt tilfar frá advokati og grannskoðara hjá felagnum í Vági, og á tí grundarlagnum metti Fiskimálaráðið, at Asbjørn Senior nú lýkur treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Men sambært Teyggjuni í gjár og eisini nú í morgun hevur Asbjørn Senior einki góðkent fiskiloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120