Nógv heiðursmerkir og met í Íslandi

Nógv heiðursmerkir og met í Íslandi
Føroysku svimjararnir hava veruliga gjørt um seg í Reykjavík International Games
 
24.01.2016 - 12:29

Føroysku svimjararnir hava klárað seg sera væl í Reykjavík.

Svimjing.com skrivar, at higartil hava føroysku svimjararnir sett fimm føroysk met og níggju juniormet.

Nógv heiðursmerkir eru eisini vunnin. Føroyar hava vunnið fýra gull, fimm silvur og tvey bronusheiðursmerkir.

Sára R. Nysted trý føroysk met

Sára R. Nysted setur mest sum hvørja ferð met, tá hon kappast, og soleiðis er eisini hesaferð.

Sára hevur sett met í 400 m. blandað, 200 m. blandað og 200 m. frí.

Hini føroysku metini metini settu Róland Toftum og Signhild Joensen í ávíkavist 50 m. bringu og 100 m. rygg.

Føroysk met og tíðir

Sára R. Nysted SuSvim 400 m. blandað 5.00.47
Sára R. Nysted SuSvim 200 m. blandað 2.20.41
Sára R. Nysted Susvim 200 m. frí 2.06.76
Signhild Joensen Ægir 100 m. rygg 1.05.60
Róland Toftum Susvim 50 m. bringu 50.35

Heiðursmerkir

Sára R. Nysted Susvim Gull 400 m. blandað
Sára R. Nysted Susvim Gull 200 m. blandað
Sára R. Nysted Susvim Gull 800 m. frí
Sára R. Nysted Susvim Gull 200 m. frí
Ásbjørg Hjelm Ægir Silvur 50 m. bringu
Ásbjørg Hjelm Ægir Silvur 200 m. bringu
Eyðbjørn Joensen Susvim Silvur 50 m. firvald
Róland Toftum Susvim Silvur 100 m. bringu
Alvi Hjelm Ægir Silvur 400 m. frí
Alvi Hjelm Ægir  Bronsa 400 m. frí
Signhild Joensen Ægir Bronsa 100 m. rygg

Møguleiki fyri fleiri heiðursmerkjum

Í dag er síðsti dagur í Reykjavík International Games, og føroysku svimjararnir hava í morgun svomið seg í fleiri finalur.

Finalurnar byrja í klokkan 15:00.

Tað ber til at lesa meira um kappingina á svimjing.com

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. august
Marjun Syderbø Kjelnæs
178897
Mikudag 14. august
Morgunlestur mikudagur 14. august 2024
179078
Týsdag 13. august
Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
176763
Týsdag 13. august
Musikkstevnan 2024 í Fuglafirði (2:2)
179157
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967
Fríggjadag 9. august
Veðrið
179049