Vilja hava samfelagsfrøði á tímatalvuna

Vilja hava samfelagsfrøði á tímatalvuna
Samfelagsfrøði skal verða sjálvstøðug lærugrein í fólkaskúlanum, heldur 9 a. í Hoyvíkar skúla, sum hevur lagt uppskotið fyri ungdómstingið
Samfelagsfrøði skal á tímatalvuna sum sjálvstøðug lærugrein, heldur skúlaflokkur í Hoyvíkar skúla, ið luttekur í ungdómstinginum, ið verður sett klokkan 10 í morgun
 
01.02.2016 - 09:13

Ungdómstingið byrjar í Løgtinginum í dag. Víst verður á, at í studentaskúlanum eru fleiri næmingar, sum iðra seg um, at teir valdu samfelagsfrøði, og ofta eru teir givnir.

Kemur samfelagsafrøði í fólkaskúlan, fer ungdómurin at hava lættari við at skilja lærugreinina á hægri stigi.

Samfelagfrøðingar, sum 9.a í Hoyvíkar skúla hevur tosað við, siga, at ungdómurin veit alt ov lítið um politikk og samfelagsviðurskifti, og teir halda eisini, at tað er skilagott at hava samfelagsfrøði í fólkaskúlanum.

Skotið verður upp at hava tveir tímar í samfelagsfrøði um vikuna. Annar tímin skal takast frá donskum í framhaldsdeildini, og hin skal leggjast aftrat tímatalvuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210