Almenningurin fær ikki innlit

Almenningurin fær ikki innlit
Almenningurin fær ikki at vita, hví Fíggjarligt Støðufesti setti seg í samband við Fíggjarmálaráðið um skattafrádráttin hjá Eik Banka
Almenningurin fær ikki innlit í, hvat fekk Fíggjarligt Støðufesti at skriva til Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at TAKS hevur givið Eik loyvi til skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur
 
22.02.2016 - 12:41

Almenningurin fær ikki innlit í, hvat fekk Fíggjarligt Støðufesti at skriva til Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at TAKS hevur givið Eik loyvi til 90 milliónir krónur í skattafrádrátti.

Trætan um skattafrádráttin hjá Eik snýr seg um, hvørt Eik hevur rætt til at avskriva tapið upp á tær 514 milliónirnar, sum nýggi Eik Banki Føroyar hevði í fyrstani eftir, at hann varð stovnaður.

Sambært Jørn Astrup Hansen, fyrverandi nevndarlimi í Eik, dekkaði Fíggjarligt Støðufesti tapið upp á 514 milliónir, sum var funnið í allar fyrstu livitíðini hjá nýggja Eik Bankanum.

TAKS gongur inn fyri frádrátti

Tað vil siga, at teir bankar, sum vóru í Bankapakka 1, hava fíggjað tapið, og teir hava longu drigið tað frá í skatti einaferð.

Sambært Súna Schwartz Jacobsen, forstjóra í Eik Banka Føroyar, hevur Eik Banki havt hetta tapið, og tí eigur Eik at sleppa at draga tað frá í skatti.

Eik hevur spurt TAKS, um bankin kundi draga tapið frá í skatti, og TAKS hevur boðað frá, at tað hevur bankin rætt til.

Kringvarpið fær ikki innlit

Men hetta má vera tí, at TAKS ikki hevur fingið allar upplýsingar um málið, sigur Jørn Astrup Hansen. Men hvat Eik hevur ella ikki hevur upplýst TAKS um, ber ikki til at fáa innlit í.

Kringvarpið hevur biðið um alment innlit í samskiftið millum TAKS og Eik um málið og um grundgevingina hjá TAKS fyri at lata Eik avskriva tapið upp á 500 milliónir krónur, men hevur fingid noktandi svar.

Almenningurin fær heldur ikki innlit í skrivið frá Fíggjarligum Støðufesti til Fíggjarmálaráðið.

TAKS hevur rætt til at sýta fyri innliti

Sambært Fíggjarmálaráðnum er tað TAKS, ið skal avgera, um innlit skal latast í skjalið, tí tað av røttum skuldi verið sent TAKS og ikki Fíggjarmálaráðnum.

TAKS er komið til ta niðurstøðu, at innlit ikki skal latast í skrivið frá Fíggjarligum Støðufesti um avgerðina hjá TAKS.

Sambært Jørn Astrup Hansen kann TAKS tó ikki hava verið kunnað um, at byrjunarjavnvágin hjá nýggja Eik Bankanum var 1,5 milliardir og ikki tvær millliardir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610