Ársúrslitið hjá Vodafone versnaði

Ársúrslitið hjá Vodafone versnaði
Príslækkingar í fjør høvdu við sær, at úrslitið hjá Vodafone var 2,3 milliónir krónur verri enn í 2014
Avlopið hjá Vodafone fyri skatt var 8,4 milliónir krónur í 2015, 2,3 milliónir verri enn árið fyri
 
18.03.2016 - 15:16

Avlopið fyri skatt var 8,4 milliónir krónur. Kappingin á fjarskiftismarknaðinum - eisini príslækkingar fyri reiking uttanlands og internet á fartelefonini - ávirkaðu eisini umsetningin og úrslitið.

Eitt nú fór Vodafone í fjør at bjóða fría talu og bíligari data í Norðurlondum og Evropa, og prísurin á datapakkum í Føroyum lækkaði eisini.

Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone, sigur, at hildið verður fram at gera íløgur í at menna 3G og 4G netið til fartelefonir í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328