Fært tú hjálpt: Løgreglan eftirlýsir kvinnu

Fært tú hjálpt: Løgreglan eftirlýsir kvinnu
Løgreglan hevur í morgun sent út eftirlýsing eftir eini kvinnu, sum fólk seinast høvdu samband við leygarkvøldið umleið klokkan 23
Løgreglan sendi í morgun út eina eftirlýsing eftir eini 46 ára gamlari kvinnu, ið fólk síðst høvdu samband við leygarkvøldið umleið ein tíma áðrenn midnátt
 
20.03.2016 - 09:34

Løgreglan leitar í løtuni eftir eini kvinnu, sum er horvin. Klokkan 9:25 í morgun sendi løgreglan út eina eftirlýsing, har sóknast verður eftir kvinnuni.

Kvinnan, sum løgreglan eftirlýsir, eitur Elsa Susan Danielsen. Hon er 46 ára gomul, ljóshærd, slætt nakkalangt hár, er ættað úr Havn og er 1,65 m. høg.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Løgreglan saknast eftir eini kvinnu,Elsa Susan Danielsen, 46 ár, úr Havn. Hon er uml. 1,6 m., Kommunufarva hár, og mø...

Posted by Føroya Politi on 20. mars 2016

Fólk frættu seinast frá henni leygarkvøldið umleið klokkan 23, tá fólk tosaðu við kvinnuna í telefon, sigur løgreglan í eftirlýsingini, ið er send út.

Veitst tú okkurt, at fortelja løgregluni um kvinnuna, vil løgreglan fegin frætta frá tær á nummar 35 14 48.

Dagført 14:23: Løgreglan sendi fyri løtu síðani út eina dagførda eftirlýsing eftir kvinnuni. Sí fráboðanina her Saknaða kvinnan ikki komin afturíaftur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040