Fleiri viðurskifti mugu fáast uppá pláss

Fleiri viðurskifti mugu fáast uppá pláss
Tryggingarviðurskiftini mugu fáast uppá pláss áðrenn bjargingarfeløgini aftur kunnu verða partur av almennu tilbúgvingini í Føroyum
Tað eru fleiri tryggingarviðurskifti, sum bjargingarfeløgini ynskja at fáa uppá pláss, áðrenn tey aftur gerast partur av almennu tilbúgvingini
Mynd: Savnsmynd/Kim Clementsen  
 
30.03.2016 - 13:16

Meðan Fiskimálaráðið arbeiðir við at loysa trupulleikan við tryggingarviðurskiftunum hjá sjálvbodnu bjargingarfólkunum, stendur bjargingarbáturin Rescue Lív framvegis á landi og verður ikki flotaður.

Bjargingarfólkini hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgini verða ikki partur av tilbúgvingini, fyrr enn tey fáa trygd fyri, at tryggingarviðurskiftini koma í rætt lag. 

SÍ EISINI Mist tolið: Bjargingarbáturin Lív lagdur

Tað eru fleiri tryggingarviðurskifti, sum bjargingarfeløgini ynskja at fáa upp á pláss, áðrenn tey aftur gerast partur av almennu tilbúgvingini.

Fyri tað fyrsta ynskja tey, at landið tekur ábyrgd og verður arbeiðsgevari, tá sjálvboðin bjargingarfólk eru til arbeiðis sum partur av almennu tilbúgvingini.

Sum er, hevur sjálvbodna bjargingarfólkið ongan arbeiðsgevara, sum kann veita tær tænastur og skyldur, ið fylgja við. Í eitt nú Danmark eru bjargingarfólk partur av Beredsskabsstyrelsen hjá danska statinum.

SÍ EISINI Bjargingarfólk fekk einki endurgjald

Fyri tað næsta ynskir landsfelagið, at bjargingarfólk, ið koma til skaða, ikki eru fyri inntøkumissi. Her eru fleiri viðurskifti, sum bjargingarfeløgini ikki meta vera í lagi.

Fyri at fáa dagpengar, skal viðkomandi vísa á, at hann ella hon hevur arbeitt eitt ávíst tal av arbeiðstímum seinastu fimm vikurnar.

Vóru betur tryggjað fyrr

Eitt nú kunnu fleiri útisiglarar, fólk undir 17 ár og pensjónistar ikki fáa dagpengar, tí tey lúka ikki treytirnar í dagpeningalógini, sum sigur, at viðkomandi skal rinda skatt í Føroyum og skal kunna vísa á, at viðkomandi hevur arbeitt eitt ávíst tal av arbeiðstímum seinastu fimm vikurnar.

Harumframt vísa bjargingarfeløgini á, at dagpeningasatsurin ikki er nøktandi. Sambært dagpeningalógini kann ein óarbeiðsførur í mesta lagi fáa 80 prosent av eini arbeiðaløn - tað svarar til 15.000 krónur um mánaðin.

Áður hava bjargingarfeløgini havt eina eyka trygging, sum gav teimum, ið hava hægri inntøku í sínum borgarliga starvi, rætt til næstan tvífalt so nógvan dagpening. Tann eyka tryggingin er nú uppsøgd.

Fundast við Fiskimálaráðið hósdagin

Stjórin í Tryggingarfelagnum, Regin Hammer, vil ikki gera samrøðu við útvarpið fyrrenn í morgin, tá hann hevur umrøtt málið við Fiskimálaráðið.

Hann sigur, at eykatryggingin varð uppsøgd, tí tryggingarfelagið ikki ynskir at gera seravtalur, men heldur stuðlar ynskinum hjá bjargingarfeløgunum at gerast partur av almennu tilbúgvingarskipanini.

Hesa áskoðan ætlar stjórin í Tryggingarfelagnum eisini at bera fram á fundinum við Fiskimálaráðið í morgin.

Umhugsa at leggja arbeiðið niður

Norðoya Bjargingarfelag, ið hevur bjargingarbátin Ziska um hendi, hevur enn ikki lagt arbeiðið niður.

- Vit kanna í løtuni okkara tryggingarviðurskifti nærri, og vísir tað seg, at vit ikki eru nóg væl tryggjað, so er ikki óhugsandi, at vit eisini steðga við okkara virksemi, sigur Jákup Jacobsen, formaður í Norðoya Bjargingarfelag.

SÍ EISINI Fara ikki út til bjargingaruppgávur

Samarittarnir hjá Reyða Krossi hava boðað frá, at teir eisini steðga sínum arbeiði, tí verandi tryggingarlóggáva fyri sjálvboðin er ikki nøktandi.

- Vit vilja við hesum vísa okkara fulla stuðul til bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin í Føroyum, sum hava steðgað sínum trygdarvirksemi, siga samarittanir í fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107