Vilja hava fleiri bústovnar

Vilja hava fleiri bústovnar
Landsstýrið ætlar at seta 60 milliónir krónur av næstu fýra árini at byggja og útvega bústovnar
60 milliónir skulu setast av til at byggja og útvega bústovnar næstu fýra árini, ætlar landsstýrið
 
31.03.2016 - 16:48

Tað stendur í uppskotinum um játtanarkarmar næstu árini, sum varð lagt fyri tingið í dag. Ætlanin er lutvíst at dagføra verandi bygningar og at byggja nýtt til fólk við serligum tørvi, eitt nú við menningartarni og autismu.

Í 2017 er ætlanin at byggja og útvega bústaðir innan almannaøkið fyri 15 milliónir krónur. Talan er millum annað um ein depil í Havn til børn og ung við autismu og at umvæla og nútímansgera verandi stovnar í miðstaðarøkinum.

Heildarætlanin Harðskapur í parløgum skal eftirmetast, og heildarætlanin um Kynsligan ágang skal raðfestast.

Arbeiðið við pensjónsnýskipanini verður eftir ætlan liðugt í hesum árinum, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nýskipanin fer at ávirka játtanarkarmarnar næstu árini, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107