- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politisku ungmannafeløgini um ES
Fleiri av ungmannafeløgunum leggja stóran dent á, at føroyingar skulu ráða føroysku fiskivinnuni, meðan tey eisini eru opin fyri altjóða samstarvi, men helst gjøgnum avtalur, sum vit sjálv gera.
Bert Ungmannafelagið Samband sigur ja til ES-limaskap, men leggur eisini dent á, at vit mugu gera seravtalu um ein møguligan limaskap. Sosialistisk Ung hevur ikki eina samlaða støðu, meðan øll hini ungmannafeløgini siga nei til føroyskan ES limaskap.
Haraftrat leggja Unga Tjóðveldið, Ungt Sjalvstýri og Huxa aftrat, at Føroyar heldur áttu at gjørst limur í EFTA, ið er ein handilsfelagsskapur millum Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. Ungmannafelagið Samband sigur hinvegin nei til EFTA.
Sosialistisk Ung
Halda tit, at Føroyar áttu at verið limur í ES?
Sosialistisk Ung hevur ikki eina samlaða meining. Tað, sum er mest umráðandi fyri okkum í SU, er, at føroyska fiskivinnan verður stýrd av føroyingum í Føroyum. Tó meina summi, at Føroyar skulu vera limir í ES gjøgnum Danmark, og summi halda ikki, at Føroyar skulu vera limir.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ja, Sosialistisk Ung og Javnaðarflokkurin eru samd hesum viðvíkjandi.
Ung fyri Miðflokkin
Halda tit, at Føroyar áttu at verið limur í ES?
Vit meina, at Føroyar einans skal gerast limur í ES, um tað ber til hjá okkum at samráðast til nakrar treytir, ið gera, at limaskapurin verður betri fyri okkum. Vit eru bangin fyri, at vit høvdu mist ov stóran part av okkara fiskikvotum og sjálvsavgerðarrættin innan týdningarmikil økir, um vit gjørdust limir í ES. Í løtuni síggja vit eisini, at samstarvið í ES hevur stórar avbjóðingar, tí ES hevur lyndi til at blanda seg ov nógv upp í viðurskiftir hjá limalondunum.
Vit mæla tí ikki til, at Føroyar gerast limir í ES. Men vit ynskja at økja talið av handilssáttmálum við ES-londini og varðveita eitt tætt og gott samstarv.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ja, Miðflokkurin er eisini ímóti ES-limaskapi.
Unga Tjóðveldið
Halda tit, at Føroyar áttu at verið limur í ES?
Unga Tjóðveldið stríðist fyri, at Føroyar gerast frælsar og kunnu taka egnar politiskar avgerðir á øllum økjum. Rákið tey síðstu árini hevur verið, at ES-limalondini missa valdið úr egnum tingi til ES-parlamentið. Føroyar høvdu havt alt ov lítla ávirkan á politikkin, og tað er ein stórur trupulleiki. Hetta er ein orsøk til, at hvørki Tjóðveldi ella Unga Tjóðveldið ynskja ES-limaskap.
Føroyar hava aðrar møguleikar. Føroyar eiga at gerast partur av EFTA, og norðurlond kundu samstarva í nógv størri mun innan útbúgving, gransking og mentan.
Sum limur í EFTA høvdu vit í stundini blivið partur av 25 fríhandilssáttmálum, sum EFTA hevur. Tá verður tað lættari hjá føroyingum at framleiða makrel í dós heldur enn at útflyta frystan, óvirkaðan fisk.
Vit royna at gerast partur av óteljandi felagsskapum. Svarið er tó nei hvørja ferð, tí Føroyar ikki eru ein sjálvstøðug tjóð. Vit skulu luttaka í altjóða felagsskapum og gera handilsavtalur - loysing krevst!
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ja.
Ungmannafelagið Samband
Halda tit, at Føroyar áttu at verið limur í ES?
Vit halda, at stóri marknaðurin í ES vildi verið upplagdur at komið inná. Nógv verður tosað um EFTA, men sannroynd er, at marknaðurin har er 25 mio. fólk, meðan 500 mio. fólk eru í ES – tískil er ES eitt upplagt val.
Tað er sera umráðandi, at mann byrjar at samráðast við ES um, hvussu vit sleppa inn á teirra marknað. Stóri knúturin er fiskivinnan, og at vit møguliga mugu lata hana til ES – tað vilja vit ikki. Vit hava í ríkisfelagsskapinum sera góðar karmar til at gera eina serstaka avtalu við ES ígjøgnum Danmark. Eitt dømi er Álandsmodellið, har Áland gjøgnum Finnland fær ES limaskap. Teir nýtast ikki at fylgja skattapolitikkinum hjá ES (landið fær stóra inntøku gjøgnum Tax Free ferjur) og somuleiðis kundi mann gjørt avtalu við ES, uttan at fiskivinnan verður rørd.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ja.
Ungt Sjálvstýri
Halda tit, at Føroyar áttu at verið limur í ES?
Nei, Føroyar skulu avgjørt ikki við í ES. Heldur áttu vit at verið við í EFTA ella gjørt aðrar sjálvstøðugar handilsavtalur.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ja.
Framsøkin Ung
Halda tit, at Føroyar áttu at verið limur í ES?
Tað, ið hevur mest týdning, er, at um Føroyar ynskja limaskap í ES, so liggur tann avgerðin hjá Føroya fólki. Vit í Framsøkin Ung vilja sjálvandi ikki útiloka samstarv við nakrar fleirtjóða- ella altjóða felagsskapir, tó eru vit av tí sannføring, at Føroyar ikki áttu at søkt um limaskap í ES undir givnum umstøðum.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Framsókn og ungmannafelagið eru samd hesum viðvíkjandi.
Vit hava fleiri dømir um, at Danmark, Føroyar og Grønland røkja ymisk – og ofta mótstríðandi – endamál, og síggja vit eisini ítøkiliga í dag, at tess meira ræðisrætt Danmark má lata ES, meira kemur ES at stjórna føroyska samfelagnum í felagsøkjunum í ríkisfelagsskapinum. Tí fevnir spurningurin seg longur enn bert ES limaskap, men eisini mótsøgnir í ríkisfelagsskapinum.
Tað er ikki at siga, at Føroyar ikki eiga at samstarva við ES, har tað er fyrimunarligt. Eitt nú eiga vit at virka fyri at samstarva við ES innan umhvørvi, handil og fiskivinnu.
Huxa
Halda tit, at Føroyar áttu at verið limur í ES?
Huxa heldur ikki, at Føroyar eiga at gerast limur í ES. Vit meta ikki, at nakrir politikarar úr Týsklandi, sum ikki vita nakað um Føroyar, eiga at hava vald at lóggeva í Føroyum.
Ofta siga vit, at vit vilja lúka ES krøv innan ymisk øki so sum matvøruídnaðin, men hetta kemst av sjálvstøðugum avtalum, sum vit hava gjørt við ES og aðrar handilsfelagsskapir.
Vit kundu eitt nú heldur gjørst limur í EFTA, sum er ein handilsfelagsskapur millum ymisk onnur lond sum Ísland og Norra. Somuleiðis kundu vit eisini havt sjálvstøðugar avtalur við ES ella Russland. Eisini hevði tað verið sera torført hjá okkum at fingið somu fiskikvotur, um vit vóru limur í ES, tí ES limalond hava eina deilda kvotu, og hetta hevði havt stóra ávirkan á føroyska búskapin.
Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Ja.
Les eisini:
Politisku ungmannafeløgini um flóttafólk
Politisku ungmannafeløgini um hjúnabandslógina
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |