- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu eiga i Havn
Skulu eiga i Havn
Allar kvinnur á Suðuroynni skulu eiga á landssjúkrahúsinum.

09.04.2016 - 09:53
Hetta er bara ein politisk staðfesting av einum fakligum tilmæli, sum hevur verið galdandi leingi, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsumálum.
Á fundi við leiðsluna á suðuroyar sjúkrahúsi og landssjúkrahúsinum í dag, er landsstýriskvinnan komin til niðurstøðuna:
- allar kvinnur í Suðuroy vera tilmæltar at føða á Landssjúkrahúsinum.
- í akuttum støðum skal Suðuroyar sjúkrahús vera til taks sum kirugiskt føðistað. Tað vil siga ikki sum vanlig skurðstova, men sum akut tilbúgving í neyðstøðum.
Sjúkrahússtjórarnir fáa ábyrgd av, at tað verður framleitt skrivligt tilfar til barnakonur í Suðuroy, har tað verður tilmælt, at tær eiga á Landssjúkrahúsinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























