Fyrstu tonsini skjótt seld

Fyrstu tonsini skjótt seld
Fyrstu tonsini verða seld á royndaruppboðssøluni um ein mánað. Ætlanin er at hava til samans tríggjar ella fýra sølur
Um ein mánað verða fyrstu tonsini seld á royndaruppboðssøluni, sigur Høgni Hoydal við Sosialin
 
13.04.2016 - 10:34

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við Sosialin í dag. Landsstýrismaðurin og embætisfólk í Fiskimálaráðnum fyrireika nú kunngerðina fyri uppboðssøluna.

Kunngerðin skal eisini til hoyringar, áðrenn hon verður sett í gildi. Fyrsta sølan verður um ein mánað, og helst verða tríggjar aftrat seinni í ár.

SÍ EISINI Royndaruppboðssølan endaliga samtykt

Ætlanin er at bjóða fisk út í ávísum nøgdum, ávís tíðarskeið. Ein spurningur, sum eisini skal loysast, er, hvussu gjaldast skal fyri fiskin.

Skal gjaldast í hondina, ella skal gerast ein skipan um, at goldið verður ikki beinanvegin, men at trygd verður veitt.

Svartkjafturin seldur fyrst

Sambært Sosialinum væntar Høgni Hoydal, at nótaskipini fara at keypa tey 20.000 tonsini av svartkjafti, sum fyrst verða seld.

Nótaskipini fara helst eisini at hava størstan áhuga fyri norðhavssildini, men makrelurin hevur eisini áhuga hjá stóru trolarunum.

Fleiri skipabólkar hava helst áhuga at keypa tey 3.000 tonsini av botnfiski í Barentshavinum, væntar Høgni Hoydal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132