Kappingareftirlitið góðkent keypið

Kappingareftirlitið góðkent keypið
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at íslendska Hampiðjan keypir P/f Von frá smápartafelagnum Kerinum
 
13.04.2016 - 16:01

Von eigur P/f Vónina, sum ger og selur trol. Kappingareftirlitið sigur í góðkenningini, at eftir yvirtøkuna fer Hampiðjan at virka í øllum londum í Norðuratlantshavi, uttan tó at gerast ráðandi á marknaðinum.

Sambært fráboðanini um yvirtøkuna, sum Kappingareftirlitið fekk, ivast eftirlitið ikki í, at yvirtøkan er í lagi. Tí er yvirtøkan góðkend sambært kappingarlógini.

Kappingarráðið kann tó taka aftur góðkenningina, um ein av fyritøkunum hevur latið skeivar ella villleiðandi upplýsingar um keypið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804