Eingin prógv fyri ákærunum

Eingin prógv fyri ákærunum
Maðurin, sum varð ákærdur fyri at hava stolið pengar frá tónleikafestivalinum MíttLand, er fríkendur í rættinum í Keypmannahavn
 
16.04.2016 - 13:13

Festivalurin var á Amager tann 5. og 6. september í 2014.

Eftir tiltakið kom fram, at MíttLand varð komið í fíggjarligar trupulleikar, tí fleiri hundraðtúsund krónur vóru stolnar úr pengakassanum. Av somu orsøk fingu tónleikararnir, sum framførdu á festivalinum, onga løn.

Fyriskipararnir søgdu seg vita, hvør hevði tikið pengarnar, og maðurin var meldaður til løgregluna í Keypmannahavn. Ákærdi maðurin hevði arbeitt á festivalinum. Hann savnaði pengarnar inn frá sølubásunum á festivalinum.

Í dóminum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, stendur, at ákærdi maðurin segði seg hava borið allar pengarnar víðari til ein av fyriskiparunum.

Fyriskiparin, Hans Fróði Hansen, sigur, at hann og eitt arbeiðsfólk taldu pengarnar fríggjakvøld. Leygarkvøld vóru tey ov móð at telja pengar. Tá tey so fóru undir at telja sunnudag, vóru tey varug við, at ein rúgva av pengum restaði í, sammett við tað, sum sølubásarnir høvdu selt.

Eingin uppgerð var fyri, hvussu nógv var selt, og hvussu nógvir pengar restaðu í. Fyriskipararnir mettu, at umleið 250.000 krónur vóru horvnar.

Fyriskiparin segði í rættinum, at tá hann vitjaði íbúðina hjá ákærda manninum mánadag, fann hann eina tasku við 50.000 krónum í. Fyriskiparin tók taskuna og pengarnar við sær. Pengarnar brúkti hann til at rinda kreditorunum.

Rætturin í Keypmannahavn heldur ikki, at nøkur prógv eru fyri, at ákærdi hevur stolið pengarnar. Ákærurnar hjá fyriskiparunum eru ikki prógvaðar, tí eingin veit, hvussu nógvir pengar restaðu í og hvussu nógv varð selt í sølubásunum. Taskan, sum fyriskiparin sigur seg hava funnið hjá ákærda, førir ikki til annað úrslit, og eingi prógv eru fyri, at fyriskipararnir hava rindað kreditorunum aftur við pengunum í taskuni.

 

Retten finder ikke, at anklagemyndigheden mod tiltaltes benægtelse, har ført det til domfældelse nødvendige bevis. Retten finder det således ikke bevist, at tiltalte skulle have tilegnet sig og forbrugt et beløb på ikke under 50.000 kr. Retten har herved lagt vægt på tiltaltes forklaring om, at han både fredag og lørdag aften indsamlede penge, som han efterfølgende overbragte til Hans, hvilket tillige understøttes af vidnet Hans Frodi Hansens forklaring, og at ingen af arrangørerne havde noget overblik over, hvor mange penge, der blev indsamlet. Det forhold, at Hans Frodi Hansen har forklaret, at han fandt 50.000 kr. i en taske hjemme hos tiltalte, kan ikke føre til et andet resultat. Det bemærkes i den forbindelse, at denne forklaring ikke er understøttet, ligesom det ikke er dokumenteret, hvor mange penge der angiveligt skulle være blevet fundet. Der er derudover ikke ført et bevis for, at pengene efterfølgende skulle være blevet brugt til at betale nogle af festivalens kredi- torer. 

Vedrørende opgørelsen af det påståede manglende beløb bemærker retten, at der ikke ved festivalens opstart blev foretaget en åbningsstatus af kasserne med optælling af penge, at der løbende manglende vekslepenge i kasserne, at de optrædende kunstnere skulle afregnes kontant under festivalen, at der var 50 frivillige ansat i henholdsvis madboden og i barerne, og at ingen af arrangørerne tilsyneladende havde noget overblik over indtægter og udgifter under festivalen. På den baggrund tilsidesættes opgørelsen på 250.000 kr. i sin helhed som udokumenteret.

Tiltalte vil således være at frifinde.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977