Video: Gudmundur leiðari fyri ítróttarskúlanum

Video: Gudmundur leiðari fyri ítróttarskúlanum
Gudmundur Joensen, sum í dag bleiv settur sum leiðari fyri ítróttarháskúlanum í Suðuroy, sigur, at næmingarnir skulu fáa eina uppliving fyri lívið
18.04.2016 - 16:10

Stýrið fyri Ítróttarháskúlan í Suðuroy hevur sett Gudmund Joensen sum leiðara fyri Ítróttarháskúlan.

Gudmundur er 32 ára gamal og hevur havt eina lívsleið innan ítrótt, bæði sum frítíðar-ítróttarmaður og sum yrkisítróttarmaður.

Gudmundur Joensen hevur á ítróttarleið síni verið virkin bæði innan súkling, svimjing, renning, fótbólt, kappróður og triathlon. 

Gudmundur er útbúgving múrari og hevur eisini átt og rikið egna fyritøku í fleiri ár. Seinastu árini hevur hann, umframt eina leið sum yrkisítróttarmaður, verið varaleiðari í Svimjihøllini í Gundadali.

Gudmundur Joensen byrjar í starvinum 1. mai 2016.

Tað vóru fýra umsøkjarar til starvið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044