Vita hvørjir gerningsmenninir eru

Vita hvørjir gerningsmenninir eru
Politiið vil framvegis frætta frá fólki um tilburðin uttan fyri Klubbagarðin í Havn sunnumorgunin
 
21.04.2016 - 07:51

Eftirlýsingin hjá politinum í gjár gav úrslit.

Politiið veit nú, hvørjir teir tríggir menninir eru, sum sunnumorgunin skulu hava lagt á ein 48 ára gamlan mann við Klubbagarðinum í Havn.

Fólk vendu sær til politiið við upplýsingum, og í gjárkvøldið kunngjørdi politiið í tíðindaskrivi, at tað hevði funnið gerningsmannin, sum partvíst hevur játtað seg sekan.

Sambært politinum breyt 48 ára gamli maðurin annað beinið millum annað.

Politiið sigur við Útvarpið í morgun, at tey vita eisini, hvørjir hinir báðir eftirlýstu menninir eru. 

Hóast teir ikki eru undir illgruna fyri beinleiðis at hava verið við í harðskapinum, kunnu teir verða ákærdir fyri at vera samsekir.

Ikki úr Havn

Politiið hevur ikki áður havt nakað við hesar menninar at gera, og tí var ikki so lætt at finna teir í fyrsta umfari. Menninir eru ikki úr Havn.

Kanningarnar í málinum halda fram í dag. Politiið vil framvegis frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um hetta mál, sum byrjaði klokkan tíggju minuttir í fýra sunnumorgunin.

48 ára gamli maðurin hevur sagt við politiið, at hann stóð og bíðaði eftir einum hýruvogni við Klubbagarðin, tá hann varð álopin og sligin niður. 

Sambært tíðindaskrivinum frá politinum í gjárkvøldið fóru menninir til hendurs.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424