Føroyar frammanfyri Grønland

Føroyar frammanfyri Grønland
Framtíðin hjá Grønlandi og Føroyum er sera ólík, tá ræður um búskaparvøkstur og arbeiðspláss. Føroyar standa seg betur enn Grønland
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, á ríkisfundi í Danmark í fjør
 
28.04.2016 - 09:31

Tað stendur í árliga frágreiðingini um ríkisfelagsskapin hjá danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.

Grønlendska kringvarpið, KNR, sigur, at sambært frágreiðingini er bruttotjóðarframleiðslan í Føroyum vaksin seks prosent um árið seinastu trý árini. Orsøkin er størri inntøkur hjá fiskivinnuni, og fólk brúka fleiri pengar. 

Í Grønlandi er vøksturin trý prosent.

Nýskipanir mugu gerast

Men forsætisráðharrin leggur afturat, at bæði Grønland og Føroyar noyðast at finna 750 mió. kr. til fíggjarlógirnar, skulu londini framvegis megna at geva fólkinum somu tænastur sum nú.

Og bæði londini noyðast at fremja stórar nýskipanir, sum eru neyðugar fyri at fáa avlop í fíggjarlógunum.

Munur á útbúgvingarstøðuni

Um arbeiðsmarknaðin verður sagt í frágreiðingini, at eisini har er støðan betri í Føroyum. Føroyingar hava hægri útbúgvingar, eisini útbúgvingar, sum kunnu brúkast í øðrum londum. 

Í Grønlandi fær bara annar hvør ungdómur sær útbúgving. Tað er lítið sammett við onnur heimsins lond.  

Grundlógararbeiði við treytum

Í frágreiðingini hjá forsætisráðharranum stendur eisini, at danska stjórnin stuðlar royndunum í Grønlandi og Føroyum at gera sjálvstøðugar stjórnarskipanir, - orðið forfatning verður brúkt, men bara, um tær eru innan fyri karmarnar hjá grundlógini.

Árligi ríkisfundurin millum løgmann, grønlendska landsstýrisformannin og danska forsætisráðharran verður í Grønlandi í morgin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655