Nógv vilja lesa á Setrinum

Nógv vilja lesa á Setrinum
173 umsóknir komu inn um at sleppa at lesa á Fróðskaparsetrinum.
 
28.04.2016 - 10:33

173 umsóknir komu inn gjøgum kvotu 2, um at sleppa at lesa á Setrinum. Hetta er nakað meira enn í fjør, tá umleið 150 umsóknir vóru. Ein orsøk er, at fleiri útbúgvingar eru at velja ímillum í ár.  Kvota 2 er har, ið atlit verða tikin til onnur ting, enn bara karakter. 

Í ár var eisini møguligt at søkja inn á nýggju útbúgvingina í búskaparfrøði, og 14 umsóknir komu um at lesa búskaparfrøði.

Flestar umsóknir komu at lesa sjúkrarøkt, har komu 46 umsóknir, 39 hava søkt til lærarar og 37 til námsfrøði. 

Fleiri kvinnur enn menn søktu, 120 kvinnur og 53 menn. Meðalaldurin á teimum, ið søktu gjøgnum kvotu 2 er 30,2 ár.

Freistin at søkja gjøgnum kvotu 2 var upprunaliga  á miðnátt 15 apríl, men freistin varð longd til 20 apríl, tí tekniskir trupulleikar vóru.

Enn ber til at søkja inn á Setrið, tí freistin at søkja eftir kvotu 1 er fyrsta juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980