- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV: Íløgur fyri eina milliard

SEV skal næstu árini gera íløgur á slaka milliard krónur.
Talan er millum annað um stórar útbyggingar á verkinum á Sundi og á verkinum í Vági.
Tí er neyðugt við yvirskoti í rakstrinum, so felagið hevur eina munagóða sjálvsfígging til íløgurnar. Hetta er neyðugt, so skuldin ikki gerst ov stór og til ber at fáa fígging til vega frá útlendskum lánsveitarum, sigur nevndin í ársfrágreiðingini.
Somuleiðis er umráðandi, at inntøkurnar eru nøktandi, so felagið megnar at halda sínar skyldur.
Mett verður, at verkætlanin at víðka um verkið á Sundi fer at kosta einar 700 - 800 milliónir krónur.
- Íløgurnar í verkið á Sundi eru alneyðugar, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevnadarformaður í SEV.
SEV hevði í fjør yvirskot upp á 103 milliónir krónur, og væntar í ár eitt yvirskot upp á 72 milliónir krónur.



























