Miðlastuðul kom ikki úr nevnd

Miðlastuðul kom ikki úr nevnd
Ósemjur hava verið um, hvussu miðlastuðulin á bestan hátt skal brúkast
Savnsmynd
 
01.05.2016 - 10:25

Lógaruppskotið um miðlastuðul kom ikki úr aftur mentanarnevndini hjá Løgtinginum, áðrenn tingfólkini fóru í summarfrí fríggjakvøldið. 

Nógv bendir tískil á, at málið fellur burtur - tað er treytað av, um vilji er fyri at kalla tingið saman aftur í summarfrítíðini.

 

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ætlaði annars, at útberingarstuðul skuldi latast privatum tíðindamiðlum til útbering av føroyskum tíðindabløðum, sum í minsta lagi verða givin út eina ferð um vikuna. Orsøkin var, at tað hevur verið trupult hjá føroysku tíðindabløðunum at fáa raksturin at bera seg.

Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, hevur ivast í, um uppskotið var skilagott, tí hann helt vanda vera fyri, at Posta fór bara at hækka postgjaldið fyri tíðindabløð. Hann helt, at landsstýriskvinnan skuldi í størri mun roynt at styrkt redaktiónella umhvørvið í Føroyum.

Hin megintátturin í lógaruppskotinum var at veita stuðul til journalistiska og málsliga førleikamenning í breiðari merking. Tað verður kortini av ongum á hesum sinni, tí málið kom ikki úr aftur mentanarnevndini, áðrenn tingfólkini fóru í summarfrí.

Átta onnur mál ikki komin úr nevnd
 
Onnur mál, sum ikki komu úr nevnd, vóru millum annað lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg, sum vildi broyta elveitingarlógina fyri at geva SEV møguleika at differentiera el-prísirnar. Heldur ikki nýggja kommunuvallógin varð samtykt í hesari tingsetuni. Tvey uppskot hjá uttanflokkatingkvinnuni Sonju Jógvansdóttir fella eisini burtur. Tað eru uppskotini um at broyta lógina um sjúkradagpengar og at broyta skattalógina, so limagjald til fakfeløg kann dragast frá í skatti.

108 mál vóru løgd fyri Løgtingið hesa tingsetuna. Av teimum vóru seks mál tikin aftur, og átta mál komu ikki úr nevnd. Løgtingið kemur saman aftur á ólavssøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904