Góður ársfjórðingur hjá Bakkafrosti

Góður ársfjórðingur hjá Bakkafrosti
Raksturin hjá P/f Bakkafrosti gav 254 mió. kr. í vinningi í fyrsta ársfjórðingi í ár, kunnger Bakkafrost í morgun
Regin Jacobsen er stjóri fyri Bakkafrosti
 
10.05.2016 - 11:12

Prísurin á laksi vaks nógv, tí útboðið er minkað. Alideildin og Havsbrún, sum ger fiskamjøl, lýsi og fóður, høvdu eitt gott rakstrarúrslit fyrsta ársfjórðing. 

Men hjá deildini, sum ger lidnar vørur, gongst ikki so væl. Hon gav 25 milliónir í halli fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.  

Sum skilst gevur tað meira at selja laksin heilan enn at skera hann í porsjónir og pakka hann. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at tá laksaprísurin hækkar nógv í so stuttum tíðarbili, verða umstøðurnar hjá liðugt­vøruframleiðsluni truplar. 

66 miljónir betri

Úrslitið í fyrsta ársfjórðingi í ár er 19 milliónir krónur betri enn í fjør. Men alideildin hevði nógv betri úrslit í ár. Tað er 261 milliónir, 66 milliónir betri enn í fjør.   

Bakkafrost gjørdi íløgur fyri 120 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi í 2016. 

Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 218 milliónir krónur 31.mars. Hon var 392 milliónir 31.mars í fjør.

Góð útlit

Eftirspurningurin eftir laksi heldur fram at vaksa í ár, og útboðið minkar seks prosent. Bakkafrost væntar at taka 48.000 tons av laksi í kruvdari vekt í ár.
Higartil í ár hevur Bakkafrost selt meira laks heilan enn at brúka hann til lidnar vørur, tí prísurin fyri heilan laks er so góður. 

Alideildin hjá Bakkafrosti hevði nógv betri úrslit í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør, 261 milliónir í ár, 66 milliónir betri enn í fjør.   Men langtíðarmálið hjá Bakkafrosti er selja 40-50 prosent av laksinum sum lidnar vørur fyri fastan prís.

Bakkafrost hevur gjørt avtalur um 63 prosent av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini tað, sum eftir er av 2016.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221