Óvanliga stórur fólkavøkstur

Óvanliga stórur fólkavøkstur
1. apríl búðu 591 fleiri fólk í Føroyum enn 1. apríl í 2015. Talan er um størsta fólkavøkstur í Føroyum tey seinastu 14 árini
Fólkavøksturin í Føroyum er í løtuni tann størsti í 14 ár, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya
 
15.05.2016 - 13:24

Fólkavøksturin í Føroyum er í løtuni óvanliga stórur, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni. 1. apríl í ár búðu 591 fólk fleiri í Føroyum enn 1. apríl 2015.

Vøksturin er 1,2 prosentstig. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í Føroyum 14 tey seinastu árini, vísa seinastu tølini hjá stovninum.

Serliga fráflytingin er nógv minkað, og tað er grundin til tann stóra fólkavøksturin í Føroyum í løtuni, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni, hagstova.fo

Færri ung flyta úr Føroyum

Sambært seinastu hagtølunum eru tekin eisini í løtuni um, at aldurssamansetingin í Føroyum so smátt er um at broytast.

Talið av fólki undir 40 ár er aftur farið at vaksa. Færri ung flyta úr Føroyum, og alsamt fleiri flyta til Føroya.

Frá 1. januar 2014 til 1. apríl í ár vaks talið av fólki í aldursbólkinum 0-39 ár við 512 fólkum, skrivar Hagstova Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044