Góð útlit fyri framhaldsdeild

Góð útlit fyri framhaldsdeild
Útlitini til, at Sankta Frans skúli í Havn sleppur at fara undir royndarverkætlan við framhaldsdeild eftir summarfrítíðina eru rættiliga góð
Góðkennir Mentamálaráðið, at skúlabygnaðurin fyri Tórshavnar kommunu skal broytast, so kann Sankta Frans skúli fáa framhaldsdeild. Á myndini næmingar, sum ganga í fimta flokki í skúlanum
 
18.05.2016 - 09:28

Hetta skrivar Skúlablaðið eftir pallborðsfund á skúlanum í gjárskvøldið, har eisini býráðspolitikarar vóru við. Heðin Mortensen, borgarstjóri verður av skúlablaðnum endurgivin fyri at siga, at málið verður tikið upp beinanvegin.

Tað vil siga, at góðkennir Mentamálaráðið, at skúlabygnaðurin fyri Tórshavnar kommunu skal broytast, so kann Sankta Frans skúli fáa framhaldsdeild í skúlaárinum 2016/17.

Hølisviðurskiftini eru í lagi til hesa framhaldsdeild, segði Selmar Jacobsen, skúlastjóri, so tað er ikki trupulleikin í hesum nú so drúgva máli, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392