Mál um hagapartar í Landsrættin

Mál um hagapartar í Landsrættin
Eitt mál um lendið við flogvøllin, sum í 2009 varð ognartikið tá flogvøllurin skuldi leingjast, skal viðgerast í Landsrættinum fyrst í juni
Eystari landsrættur hevur eins og Føroya rættur gjørdi sett av tveir rættardagar til málið um lendið, sum í 2009 varð ognartikið til flogvøllin
 
19.05.2016 - 08:07

Eystari landsrættur hevur eins og Føroya rættur gjørdi sett av tveir rættardagar til málið um lendið, sum í 2009 varð ognartikið til flogvøllin. Landsrætturin fer at viðgera málið 7. og 8. juni.

Tann 31. mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin Ytri Suttring (Ytri Suðurtriðing) í Sørvági, eiga at fáa 10,6 mió. kr. í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum.

SÍ EISINI Grótið telur helvtina av endurgjaldinum

Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin. Kravið um endurgjald var dupult so stórt.

Men Vinnumálaráðið vildi bara lata góðar 340.000 kr. í fyrsta umfari. Við rentum og øðrum skuldu hagaeigararnir fáa 12,3 milliónir kr. sambært dóminum hjá Føroya rætti.

Fleiri metingar av prísinum gjørdar

Hagaeigararnir fingu fult viðhald, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin.

Ikki færri enn tríggjar ferðir er virðið á ognartikna lendinum mett. Fyrsta metingin segði 50 krónur fyri fermeturin. Síðani segði yvirmetingarnevndin 71 krónur.

Ta metingina brúkti hagaparturin, tá hann stevndi. Upprunaliga sakarkravið var 23 milliónir krónur, men tað lækkaði niður í 20,6 mió. kr. í dómsviðgerðini.

Vinnumálaráðið skeyt dómin fyri Landsrættin

Føroya rættur bað eisini metingarmenn koma við einum tali. Tað talið er 27 krónur fyri fermeturin. Tað er endurgjaldið, sum rætturin ásetti fyri góðum tveimum árum síðani.

Lendið varð ognartikið í 2009, tí semja fekst ikki millum Vága Floghavn og hagapartin um gjaldið fyri lendið. Vinnumálaráðið skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin.

Vinnumálaráðið er mótpartur hjá hagapartinum í rættinum. Men tá málið er liðugt, skal P/f Vága Floghavn rinda Vinnumálaráðnum tað, sum endaligi dómurin sigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Guðstænasta úr Argja kirkju
185465
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283