Fara undir kirkjugarð í Hoyvík 1. juni

Fara undir kirkjugarð í Hoyvík 1. juni
Í fyrsta byggistigi verður pláss fyri 380 gravum
 
20.05.2016 - 08:23

Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at keypa lendi í Hoyvíkshaganum til kirkjugarð.

Lendið verður keypt frá Búnaðarstovuni, og tað kostar 2,4 mió. kr. Fyrsta byggistig verður boðið út undirhonds. 

380 gravir

Partafelagið Hansen og Jakobsen og smápartafelagið Hellisdal sleppa at bjóða. Arbeiðið skal byrja 1.juni.

Í fyrsta byggistigi verður pláss fyri 380 gravum.

Harafturat verður pláss fyri barnagrøvum, urnugrøvum og felagsøki við plássi til starvsfólk. 

Í fyrsta byggistigi eru eisini arbeiðsvegur frá Klingruni og útgrevstur til bilpláss. 

Bað um kapping

Kommunan bað tvær ráðgevarafyritøkur kapppast um, hvussu kirkjugarðurin í Hoyvík skal skipast.

Men sambært uppskotunum, sum býráðið fekk, fór arbeiðið at kosta ov nógv. 

Býráðið samtykti tí, at kommunan sjálv ger verkætlanina, og at ráðgevarafyritøkurnar fáa 25.000 kr. hvør fyri ómakin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523