Føroyar smurdu Írland av

Føroyar smurdu Írland av
Føroyar fingu eina góða byrjan upp á EM/HM undankappingina í flogbólti við sannførandi sigri á Írlandi
 
23.05.2016 - 21:13

Føroyar vunnu í kvøld uttan stórvegis trupulleikar á Írlandi. Dysturin endaði 3-0, settúrslitini vóru 25-8, 25-12 og 25-11.

Tað sást longu tíðliga í dystinum, at tær føroysku vóru væl sterkari, og sigurin var heldur ongantíð í vanda.

Í morgin skal føroyska liðið aftur spæla, tá er Liktenstein mótstøðuliðið.

Liktenstein tapti í dag 0-3 fyri Kýpros, men hildið verður tó, at tær eru væl sterkari enn Írland.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026